Prosjektið er ment í tøttum samstarvi við byggiharran - Fuglafjarðar Kommunu - við avvarðandi politisk umboð, teknisku- og sosialu umsitingina og leiðsluna fyri verandi dagstovnin.

Stovnurin stendur ovast á dalinum niðan móti brekkuni við haga og bústaða- og frítíðarøkjum sum næsta granna.

Bygningurin er dánaður sum eitt suðurvent ból við einum innara garði, ið vendir móti bestu sólarættini og við bygningsbaki, ið lývir móti tráastu vindættunum. Í hesum innara garðinum, sum felagshøllin og stovurnar venda ú ímóti, er timburlagt hátún vart av útkragaðu tekjuni. Tilvitað stuðlar útsýnið útá og tvørturum henda hátúns- og spæligarðin uppundir felagskensluna í stovninum.

Frá garðinum er útsýni úteftir móti ánni og stóra fría spæliøkinum við og uttanfyri ánna.

Komið verður til høvuðsinngongdina eftir gøtuni norðanfyri. Nakað omanfyri hana er køksinngongdin og omanfyri bygningin er tún og vognskýli.

Gongt er beinleiðis inn á spæliøkið frá parkeringsøkinum niðanfyri og eftir túninum omanfyri.

Bygningurin er lagdur eftir lendinum, men er nýtsluliga skipaður sum '1-plans-bygningur' við gongsskráum millum ymisku gólvhæddirnar. Harvið er beinleiðis sambandi út á hátún/spæliøkið frá felagshøll og stovudeildum. Umsitingar- og starvsfólkarúm liggja upp at felagshøllini og, harvið, tætt at høvuðsinngongdini. 

Lendisliga er 'upplagt' at gera kjallara undir niðasta norðasta bygningshorninum. Har er ítrivsrúm, tøkni- og goymslurúm umframt eyka inngongd við trappuuppgongd til meginhæddina.

Bygningurin er skipaður í 3 dagstovnadeildir, herav 2 deildir við ávikavist vøggu- og barnagarðstovu, og 1 deild við einari barnagarðsstovu. Hvør deildin hevur felags gongs-/garderoburúm, vátgarderobu og vesi/skiftingarrúm, meðan serstakt spælirúm og lítið goymslurúm er til hvørja stovu. Til tess at fyribyrgja órógvs- og meldurskenslu, men heldur at virka hugsamlandi, eru stovurnar sniðgivnar/innrættaðar miðandi ímóti 2-3 sjálvstøðugt virkandi bólkum í ávikavist køks-/borðshorni, 'sofahorni' umframt fríum spælihorni.

Við høvuðsinngongdina er durur, garderoba og RT-vesi. Frá durinum kemst inn í felagshøllina. Til felagshøllina er goymslurúm og felagskøkur við tilhoyrandi kova og hjalli.

Aftur