Tíðindi frá Kringvarpinum:

Arkitektavirki uppskot til granskingarpark á Debesartrøð 

fríggjadagur, 15. juni 2007 13.44 - Innland

Trý arkitektafeløg sita í løtuni og gera fyrstu uppskotini til hvussu ein granskingarpark kann gerast á Debesartrøð í Havn. Arbeiðið er liður í kanningum, sum skulu vísa um tað ber til at byggja eina granskingarpark í økinum, sum er rættuliga tættbygt.

Ein millión krónur er sett av til fyrireikingar í ár. Beint nú er málið hjá Landverki, sum í fyrstu atløgu kannar, um tað ber til at fáa grønt ljós frá kommunu og skógfriðingarmyndugleikum at byggja ein granskingardepil á Debesartrøð.

Í hesum sambandi eru trý arkitektavirki, Fuglø Arkitektar, Arkitektar 99 og Selmar Nielsen, biðin um at koma við hvør sínum boði um hvussu bygningurin kann plasserast í umhvørvinum á Debesartrøð. Talan er um eitt slag av forkanning, har feløgini koma við uppskotum, sum Landverk kann leggja fyri kommununa, at taka støðu til.

Aftur