ÍBÚÐAVERKÆTLAN á TOFTUM

Væl kenda byggisamtakið ‘VIST’, fer nú undir bygging av íbúðum á Kneysum á Toftum.

Íbúðirnar vera átøkar teimum íbúðunum, ið samtakið hevur bygt í Runavik tey seinnu árini, men verður eyðvita talan um ávísar tillagingar og betranir við atliti til innrætting.

Íbúðirnar liggja sera væl fyri bæði til atkomu, útsýni og sólargongd.

Treytað av íbúðastøddum kann talan gerast um millum 28 – 32 íbúðir ætlandi lutaðar í 3 íbúðalonir við millum 8 og 12 íbúðum í hørjari.

Byrjað verður við lonini niðan ímóti Heygsvegi.

Íbúðasniðini vera átøk teimum, ið bygd eru í Runavík, og verður, í fyrsta umfari, miðað ímótibygging av hesum íbúðastøddunum:

‘A’ á 54 m2 við stovu/alrúmi, gong, baði-/vaskirúmi og 1 kamari

‘B’ á 71 m2 við stovu/alrúmi, gong, baði-/vaskirúmi og 2 kømurum

‘C’ á 82 m2 við stovu/alrúmi, gong, baði-/vaskirúmi og 3 kømurum

Væntandi gongur sølan til tað fyrstu lonina somikið væl, at byggingin kann byrja fyri ársskiftið og tær fyrstu íbúðirnar standa klárar innflytingar til jólar næsta ár.



Aftur