HUGSJÓN

Bústaðatørvur / Íbúðasløg

Bústaðaverkætlanin er snikkað til við høvuðsdenti á at vera eitt veruligt alternativ til vanliga sethúsabygging, sum, fyri smærri familjueindir og einlig eru óneyðuga stór og harvið óneyðuga kostnaðarmikil at byggja og reka.

Hetta er ikki minst galdandi, um talan samstundis skal vera um bæriliga bygningsgóðsku og íbúðaumhvørvi við liðugtgjørdum og snøggum uttanumøki.

Við hesum fyri eyga, fevnir ætlanin um ymiskar íbúðastøddir frá heilt smáum 2-rúmsíbúðum á góðar 30m2 til 4-rúms familjuíbúðir á knappar 100m2 umframt smærri raðhús á uml. 120m2.

ØKIÐ & BYGGINGIN

Byggingin er skipað við 7 lonum í 2 hæddum. Lonirnar eru lagdar sum ein rond um og lývd fyri  fríøki í miðjuni.

Lon 1., 2. og 3. eru raðhúslonir við atkomu frá innara fríøkinum, meðan hinar lonirnar (4., 5., 6. og 7.) eru íbúðalonir við atkomu frá randarvegunum. Uttandura trappur eru til íbúðirnar á 2. hædd.

Íbúðirnar á 2. hædd hava lítlan svala og tær á 1. hædd hava hátún og privat urtagarðsøki inn móti innara fríøkinum.

Bygningarnir eru vendir soleiðis, at svalar og hátún/urtagarðar venda móti bestu sólættunum.

Aftur