BYGGILIST er kveikjandi sum NÁTÚRA og FRÍ LIST.

Mannabygdað umhvørvið, ið vit liva og virka í, eigur, eins og nátúran og fría listin, at vera kveikjandi - vera BYGGILIST.

FUGLARK hava hetta sum fakligt aðalmál og vinnuligt kjarnuøki.

Ikki øll bygging er byggilist. Víst kann nógv av tí, ið bygt verður, brúkast og lúka øll krøv og halda allar fíggjarkarmar, uttan tó á nakran hátt at kveikja - er, um enn ikki beinleiðis sinnisliga neilig, so tó, meir at kalla, einkisigandi - 'smakkleyst'.

Byggilist -arkitekturur- er sonevnd 'bundin' list, tí hon er bundin og treytað av atlitum sum nýtsla, umhvørvi, tøkni, myndugleikakrøvum og, ikki minst, fíggjarkarmi. Hin vegin kann listarlig bygging, ið ikki tekur fyrilit fyri hesum bindingum neyvan bera heitið byggilist - arkitekturur.

Arkitektafakliga uppgávan er sostatt at skapa bygningsverk, sum eru listarliga kveikjandi - ARKITEKTURUR.

FUGLARK menna og fjølga støðugt um sín arkitektafakliga arbeiðshátt, hugskotsríkidømi og ráðgevingarliga neyvleika við ídnum og nærløgdum arbeiði samstundis sum væl verður fylgt við í fakligari menning og nýbrotum og við at nýta nútímans forrit og hjálpartól.

Uppgávuloysnirnar -prosjektini- verða ment í opnum og livandi vitanar- og arbeiðsumhvørvi, har evni, vitan og royndir hjá øllum starvsfólkum og samstarvspørtum koma til orðanna.

Hetta tryggjar kundum okkara bygging ið, av røttum, kann bera heitið BYGGILIST