FUGLARK og BIG saman við einum føroyskum/donskum verkfrøðingatoymi hava vunnið kappingina um nýggja miðnámsdepilin við Marknagil.

Miðnámsdepilin er uppá tilsamans 19.200 m2, og sostatt størsta einstaka byggiverkætlan í Føroya søgu.

FUGLARK og BIG saman við verkfrøðingafyritøkunum Sámal Johannesen, Martin E. Leo, KJ Elráð og Lemming & Eriksson, standa aftanfyri uppskotið til Miðnámsdepilin við Marknagil. Stovnurin skal vera framtíðakarmurin um ungdómsútbúgvingarnar í høvuðsstaðarøkinum, og skal, sum hin størsta byggiverkætlanin í Føroya søgu, hýsa studenta- og HF-útbúgvingini, sum nú heldur til í Hoydølum, handverkslærlinga-, SIT-, HT-, byggitøkningaútbúgvingunum við Tekniska skúla í Havn og FHS- og HS-útbúgvingunum við Handilsskúlan við Marknagil. At hesum útbúgvingarstovnum eru í dag tengdir omanfyri 1000 næmingar og fleir enn 200 lærarar.

Vinnandi uppskotið varð funnið eftir trí útveljingarumfør, byrjandi við undangóðkenning av fimm toymum, síðani val tveimum millum tey fimm, og nú, til seinast, val av einum av teimum tveimum. Dómsnevndin, mannað við umboðum frá Mentamálaráðnum, leiðsluumboðum fyri teir tríggjar skúlarnar, fakdómara og Landsverki, metti um uppskotini.  


”Toymið hevur, heilt frá fyrstu framløgu, havt gott tak á uppgávuni. Prosjektið er greitt skipað, og hevur, heilt frá byrjan, verið eyðmerkt av greiðari nýtslugreining.”
Dómsnevndin, Miðnámsdepil við Marknagil.



Snúningsdepil
Á 100m hædd á heruni við Marknagil við útsýni í allar ættir liggur Miðnámsdepilin sniðgivum sum ein snúningsdepil um lív og nám – fevnandi úteftir móti býi og landslagi og savnandi inneftir móti innara 'landslagnum' fyri læru og felagskapi. Í deplinum er hvør miðnámsbreyt, skipað sum skúli í skúlanum, har hvør breytin verður savnað um sítt læruumhvørvi samstundis sum hesi eru nátúrliga tengd at og eru partur av felagsøkjunum.


Snið eftir nýtslu
Lærarar og næmingar á teimum núverandi trimum miðnámsskúlunum fara, sum tíðin líður, alt meiri at gerast varir við námsfrøðiliga styrkina í samvirkna skúlaumhvørvinum, samstundis sum greitt fer at vera, hvat ið nátúrliga og best virkar fyri seg.
Savningartorgið í bygningskjarnuni, gevur deplinum ímyndina av at vera ein skúli yvir hæddir og tvørturum fakbólkar. Føroyska landslagið, við tess líðum og fløtum, er íblásturin til torgið, har trappur og flagar gerast karmur um sosialt og fakligt samskifti og tiltøk. Her er møguleiki fyri at halda matarsteðgir, gera bókkaarbeiði eins og at savnast í stóra auditoriinum. Torgið - alt sum tað er, er ein stór amphileikhøll tøk til stór sosial og faklig tiltøk.


”Vit hugsa okkum Miðnámsdepilin sum eina námsfrøðiligan varða í smúgvandi lendinum. Sniðgivin eftir innaru nýtsluni heldur enn ytru avmarkingunum.
Byggilistarliga er sniðið vorðið til sum ein veruleikagerð av funktiónalistanna gamla herðrópi: Snið eftir nýtslu”
Bjarke Ingels, leiðandi ánari í BIG



”Sniðið er ímyndin av samanrunnum skúlasamleika,ið hittist og mennist í miðrúmi, á balkongum og torgi fyri haðani at verða varpað út í kringumhvørvið.”
Jákup Pauli E. Johannesen, leiðandi ánari, FUGLARK

Aftur