VERKÆTLANIN

- fevnir um bygging av 24 arkitektteknaðum lyklaklárum eigaraíbúðum í 3ymiskum sniðum.

Fuglø Arkitektar standa fyri sniðgevingini.

STAÐIÐ

Íbúðirnar verða bygdar í Runavík á heygnum omanfyri Tjarnarvegin.
Staðið er ásýnligt við avbera góðum útsýni, er sera veðurgott og hevur framúrgóðan sólargang.
Sermerkt landslag og vøkur náttúra er næsti granni.
Økið er høgligt. Til gongu er stutt oman til havnarlagið, miðstaðar- og frítíðarøkið.Vegasambandið er lagaligt og uttan langar umvegir.

GRANNALAGIÐ

Byggingin verður skipað sum eitt grannalag við 3 íbúðalonum í 2 hæddum.
Koyrast kann inn á økið norðanifrá. Vegirnir inni á økinum verða skipaðir sum"friðarligir" vegir.
Í miðal er 1½ bilbásur til hvørja íbúð. Ein básur verður frámerktur til hvørja íbúð.Restin verður til felags nýtslu.
Túnini eru felags. Spælipláss verður gjørt í lægdini sunnanfyri ta niðastu lonina.Har vera reiggjur, sandkassi og annar spæliútbúnaður. Felagsøkir annars verðaskipað við gras- og runnavøkstri.

BYGGINGIG

Nýtímans húsasnið og byggiháttur koma at eyðmerkja byggingina.
Kostnaðurin er grundaður á snøgt og einfalt bygningsskap og gjøgnumhugsaðardetailloysnir úr haldgóðum tilfari. Hetta veitir trygd fyri haldbari og lágumviðlíkahaldskostnaði.

FELAGS VIÐURSKIFTIR

Í grannalagi av hesum slagi eru eyðvitað viðurskifti av felags áhuga, sum bestverða loyst í felag. Millum annað verður helst neyðugt at løna einumumsjónarmanni nakrar tímar um vikuna fyri at røkja bygningarnar útvendiga oghalda felagsøkini snøgg og ruddilig.
Til hetta endamál er helst skilabest at eigararnir skipa seg við einum eigarafelagi.
Á stovnandi og eftirfylgjandi aðalfundum verður nevnd vald at stjørna felagnum.
Aðalfundurin ásetur siðareglur, fíggjarætlan og meginreglur fyri gjaldi til felagiðv.m.

Aftur