Skitsuprosjektið, sum nú verður farið undir at útgreina (prosjektera) miðandi ímóti útbjóðing og bygging, fevnir m.a. um

- greiða og eyðsýndað høvuðsinngongd frá parkeringsøkinum vestanfyri inn í rúmsháttað forhøll

- eitt innandura torg, ið, við sititrappu upp til ovaru hæddina, verður væl egnað til eitt nú at savna allar næmingarnar til morgunsang og smærri framførðslur o.tíl.

- bókasavn og lítið framførðslu-/venjingarrúm í verandi fimleikahøll

- matarhøll við tilgerðarkøki og goymslu

- hølir á 2. hædd sum td. 2 skúlastovur, 2.bólkarúm og forstovu við sambandi til forhøllini.

Lyfta, sum tengir allar skúlahæddirnar saman, er eisini partur av ætlanini.

Miðað verður eftir, at byggingin tekur arkitekoniskt fyrilit fyri verandi bygningum samstundis sum hon verður eyðmerkt av nútíðar sniði og byggitøkni og umhvørvisligari burðardygd.

Aftur