Skitsuupskotið er úrslitið av einari kapping, sum Sjóvar Kommuna bjóði tveimum teknistovum í 2005. FUGLARK fekk uppgávuna.

Uppskotið leggur upp til ein nýggjan skúlabygning, ið leggur seg uppá tvørs við verandi skúlabygningar. Og við at leggja bygningin við frástøðu frá verandi hallir, skapar man á tann hátt vælvirkandi, kveikjandi og unnilig hølir og umhvørvið - inni sum úti. Her er hjartað við hølum so sum, námsfrøðigligur tænastudepil, innigongsøkið, aula, fakhølir, skúlastovur og umsiting.

Og við at lækkað lendið á skúlagarði eina hædd, klárar man at byggja ein bygning í tveimum hæddum við goymslurúmum liggjandi aftanfyri og skapir ljós og luft í niðastu hædd í verandi bygning til t.d kantinu. 

Skitsuupskotið fevnir um nýbygging, dagførðing av verandi skúla og skúlagarðsøkir.

Aftur