Óheftir av veitaraáhugamálum ráðgeva vit kundum okkara um fyrimunabesta bygging.  

Fyritøkan er skipað sum smápartafelag (spf).
Eigararnir eru arkitektarnir Jákup Pauli E. Johannesen, Svend Sivertsen og Høgni Kastalag, sum allir eru virknir í fyritøkuni, og tískil beinleiðis við í menningini av fyritøkuni eins væl og einstøku prosjektunum.
Fyritøkan er mannað við nærløgdum og dugnalig starvsfólki, sum, við viðkomandi og miðvísari eftirútbúgving og jaligum hugburði, eyðmerkja prosjektir og byggingar.