Hugskotini eru sett saman til eitt samanhangandi bygningsskap, sum er eyðmerkt av trimum bygningspørtum, har tann eini er sambindingarlið millum hinar báðar.
Bygningurin er sostatt ein tríeind  -  glasinnilokað høll, skrivstovulon og fundarhús.

Inngongdin
Glasinnilokaða forhøllin vendir ímóti parkeringsøkinum. Inngongdsgrindin er sett í glasveggin. Gólvhæddin í forhøllini er lægri enn parkeringsøkið, og er gongt eftir eini gongubrúgv inn um grindina og inn og niður í forhøllina  -  so at siga ein pallseting av at húsið stendur úti á brekkutromini.

Skrivstovulonin
er, sum heitið bendir á, ein avlangur bygningur. At skipa skrivstovur á hendan hátt hevur fleiri fyrimunir, m.a. tí ein ratiónell rúmdýpd vanliga ikki er tengd at rúmlongdini, og tí rúmlongdin er treytað av nýtsluni og tali á skrivstovuplássum í teirri einstøku skrivstovuni. Skrivstovulonin er tí ein røð av skrivstovum  -so ymiskar í longd tær nú einaferð skula vera.
Lonin er sett út á hamaran, tí haðani skal útsýnið vera.

Fundarhúsið
Umframt fundarhølir hýsir Fundarhúsið lyftu, garderobu og vesum. Fundir eru, tá teir eru best, miðvísir og hugsavnandi, og eru fundarhølini tískil lutfalsliga afturlatin  -  eins og hinar funktiónirnar í fundarhúsinum.

Aftur