KLAKSVÍK

BETESDA

Betesda er samkomuhús og virkið býarhús í Klaksvík, hvørs endamál er at savnað fólk til átrúnaðarlig tiltøk. Umframt at savnað fólk til reglulig møtir, hevur samkoman tiltøk, ið eru mentað til allar aldursbólkar. Tiltøk, so sum sunnudagsskúli, fritíðararbeiði, mammukafé, møtir og andaktir til ungdómin, kór, eldrasamkomur og kafé, eru nakrir nýtslubólkar, ið arkitektururin skal húsa.

Samkoman hevur søguliga síðan 19xx verið staðsett sentralt í býnum, liggjandi uppat høvuðsvegin tvørturum víkina og oman móti vágna. Í 2016 byggir samkoman nýggjan bygning á somu grund.

Húsið er einfalt í nýtslu og snið. Fýrskorið við stór glaspartí, býður samkoman grannalagnum vælkomi við fjálgum innandura fólksligt virksemi. Húsið sýnir nýtsluna úteftir.

Høvuðssalurin er stórsta rúmið og sentralt staðsett, við møguleika at víðka gólvnýtsluna saman við felagssal og rúmligan durð. Talarastólur og pallur eru rúmlig og miðsett, við tónleikarum og sitipall til eitt stórt kór. Eitt sertakt rúm, har stólauppsetan, pallveggur og loft eru sniðgivin, við aðalmálið at savnað fólk.

Umframt salir, er rúmligur durur, trappa og lyfta, vesir, klædnarúm, køkur og tøkni á undirhæddini. Ovara hæddin rúmar sunnudagsskúlahølir, bólkarúm, frítíðarverkstað og skrivtstovu til leiðslu.

Hølini eru staðsett við greiðum innanhýsis tenginum, soleiðis nýtsla og ferðsla er greið og stutt. – Fólk kenna seg nærverandi og megnar húsið fleirnýtslu um somu tíð.

Her trívast fólk.

UPPGÁVA Nýbygging

BÚÐSTAÐUR -, Klaksvík

ÁR 2016

BYGGIHARRI BETESDA

BRUTTOGÓLVVÍDD – m²

VEITINGAR Arkitektprojekt, Høvuðsráðgeving, Prosjekteringsleiðsla, Byggileiðsla, Fakeftirlit