TOFTIR
NAVIA
NAVIA
Navia er ein av leiðandi fyritøkunum innan tógv- og ullavinnu í Føroyum, eins og hon er kend á útlendska marknaðinum við útbreiðslu til fleiri lond altjóða. Umframt at framleiða troyggjur og klæði, framleiðir Navia eisini tógv, ullasápu og bindimynstur.
Handilsbúðstaðurin eru Oyrarnar á Toftum og liggur bygningurin væl fyri við tengingum og útsýnið út á havnarlagi og Skálafjørðin.
Bygningurin er í trimum hæddum, har atkoman til handilin er inn frá høvuðsvegnum; ovasta hæddin er søla og framsýning, miðhæddin er leiðsla, sniðgeving og framleiðsla og niðasta hæddin út móti havnarlagi er vørumóttøka og goymsla.
Fyritøkan er í støðugari menning og økta virksemið hevur við sær dagførðing og nýhugsan av innandura trappusamband, dagførda innrætting av framleiðslu-, framsýning- og skapandi skrivstovuumhvørvið.
Skipanin er greið og týðilig við gjøgnumskygdum og skapandi leiðslu-, skrivstovu-, og felagsumhvørvið. Innveggir eru umskapaðir til framsýningarflatur, hyllar, innvik at sita í og glasveggir. Tilfarsvali hevur sín íblástur úr verandi handilsumhvørvinum og sýnir hettar seg við patina, handverk og dýbd. Gólv eins og lofti eru gjøgnumgangandi úr sama tilfari yvir alla hæddina og skapir eina góða víddarkenslu.
Nýggja umhvørvið sýnist opi, ljóst og kvekjandi; eitt skapandi umhvørvið ið bæði virkar fyri starvfólk og vitjanir av ferðafólkið.
UPPGÁVA Innrætting, Dagførðing
BÚÐSTAÐUR Toftir
ÁR 2022
BYGGIHARRI NAVIA
BRUTTOGÓLVVÍDD x m²
VEITINGAR Arkitektprojekt, Uppfylging