KLAKSVÍK

NORÐOYA SPARIKASSI

Norðoya Sparikassi í Klaksvík, flutti inn í nýggja sparikassabygningin 11. Juni 1928 og hevur havt sítt høvuðssætið á hesum stað líka síðan.

Sparikassin er útbygdur, í fleiri umførum m.a. í 1948 var útbygt suður og vestureftir.

Sparikassabygningurin er serstakur, við ymiskum grótlaðingum – eitt sermerkt eyðkennið í umhvørvinum.

Tann vakri urtagarðurin norðantil liggur væl vardur og deils ósjónligur handan grótgarðin.

Harða tilfari í økinum, setur dám á bygningin og øki rundanum.

Fagurfrøðiliga tekur uppgávan støði í hesum, við at skapa pláss frammanfyri og kring bygningin úr hørðum steinrunnum tilfari, samstundis sum latir verður upp fyri tí meiri grøna; – Urtagarðinum og plantuvøkstri, í úrvaldum plássum ymsastaðni kring bygningin.

UPPGÁVA Nýtt lendisarbeiði

BÚÐSTAÐUR Ósávegur 1, 700 Klaksvík

ÁR 2018

BYGGIHARRI Norðoya Sparkassi

BRUTTOGÓLVVÍDD 200 m²

VEITINGAR Høvuðsráðgeving, Projekteringsleiðsla, Arkitektprojekt, Byggileiðsla, Fakeftirlit