VESTMANNA
Ólavur á Heygum
Ólavur á Heygum var virkin vinnulívsmaður, lokal og landspolitikkari, bóndi og framtaksmaður; m.a. ein av stigtakarunum til fyrsta telefonsamskiftinum í Føroyum. Hann var føddur og vaks upp í Vestmanna.
Vestmanna er ein náttúruvøkur og savnandi bygd, ið smýgur sær eftir rundleitta sjóvarmálanum og byggir lagaliga niðan í høga landslagið.
Ein standmyndanevnd hevur sett sær sum aðalmál at seta upp standmynd av Ólavi í bygdini á eitt fríøki, har Fossá rennur saman við sjóvarmálan.
Fríøkið, ið er innast í fjørðinum, er nærmasti granni at vøkru og til tíðir øgiligu Fossá, søguliga Fossáverkið og liggur við høvuðsatkomuvegin til Vestmanna bygd. – Ein vøkur grótlagað brúgv til bilaferðslu og ein nýggj brúgv til gongufólk, eru serstøk eyðkennir í økinum og knýtir fólki at fríøkinum.
Uppgávan er at staðseta standmynd av Ólavi á Heygum, evnað til av kenda listamanninum Hans Paula Olsen.
Verandi viðurskiftir hava tørv á neyvari skipan, soleiðis at skipanin av bila-, fólkaferðslu og fríøkið gerst greið. Broytingarnar umfata at sniðgeva og umskipað økið, soleiðis at standmyndin gerst týðulig í bygdarmyndini í Vestmanna, og økið gerst til eitt innbjóðandi torg.
Ein rúmlig grúsgøta smýgur sær nú fríari ígjøgnum økið, fevnir um meir og gevur fólkinum nýggjar sjónarvinklar á grannalagið. Nýggja gøtan, saman við brotflísum, løgdum við grønum kambi í fugum, umskapar gøtukervið til eitt torg. Ein størri fløta, har fólk kunnu savnast og steðga á, uttan mun til dagligu fólkaferðsluna.
Økiskenslan verður víðka, við lágum runnavøkstri, einum træi, benkrum, og gjørd størri fyri at bjóða vitjandi ein frístað og fríløtu í náttúruni. – Niðast við sjóvarmálan er fjøra, møgulig atløgubryggja til søguliga postbátin, sitipallur at hvíla á, eta matpakka og njóta náttúruna í fjøruni. Útsýnið er stóri fossurin, Fossáverkið og bátahylurin.
Fríøkið við Fossá breiðir seg sum ein býarligur skái, urtagarður og frístaður. Her stendur Ólavur á Heygum í føroyskum vesti, avmyndaður í bronsu á føroyskum basaltgrótið, hevjaður upp frá lendið og lýtur út…
UPPGÁVA Lendisuppgáva
BÚÐSTAÐUR Vestmanna
ÁR 2021
BYGGIHARRI Vestmanna Kommuna
BRUTTOVÍDD 1450 m²
VEITINGAR Arkitektprojekt