TOFTIR

Samspírin og Frítíðarskúlin

Frítíðarskúlin á Toftum er útbygdur og dagførdur við meginmálið at bygningurin hóskar seg væl við verandi frítíðarskúla og grannalagið við sethúsaumhvørvi. Yvirskipað er málið at samanlagdi bygningurin kemur at sýnast sum ein heild.

Arkitektururin er sera einfaldur. Sniði hevur flog og verður lætt og leikandi, tá hugt verður ovast á tekjuni. – Skapið tekur støði í verandi húsamønu, byggir seg norð- og niðaneftir lendið og lættliga framkoma fleirfald tekjuskap. – Stór, smá og ymisk snið av gluggum sýna fram ítriv, frítíðarvirksemi, ymiskleika og skapað eitt lætt og ljóst inniumhvørvið.

Ein rúmlig trappa úr náttúruviði, er miðsett og knýtur verandi og nýggja bygningin saman og virkar hon sum samband millum Samspíran og Frítíðarskúlan, spælirúm og møtistað hjá starvfólki, foreldrum og børnum. Felagsrúmið við køki er nú staðsett, sum hjarta í húsinum og innrættað við opnum goymsluhyllum til leikur og íblástur og her angar ofta av nýbakaðum bollum og kaku. – Umframt felagshølunum eru stovur til børnini, starvfólkaumhvørvið, klædna- og vátrúm.

Samspírin og Frítíðarskúlin eru nú undir felagslon, har bæði innan- og uttandurða umhvørvið eru kveikjandi og fevnandi frítíðarrúm; her húsast okkara ágrýtnu og virkisfýsnu børn í kommununi.

UPPGÁVA Útbygging & Dagførðing

BÚÐSTAÐUR Toftir

ÁR 2022

BYGGIHARRI Nes Kommuna

BRUTTOGÓLVVÍDD x m²

VEITINGAR Arkitektprojekt, Høvuðsráðgeving, Prosjekteringsleiðsla, Byggileiðsla, Fakeftirlit