SALTANGARÁ

Skrivstova hjá SPENN spf

SPENN spf, eru ráðgevandi verkfrøðingar fyri anlegg og konstruktiónir.

Í 2021 fluttu SPENN sítt virksemið út á Skálafjørðin, Saltangará. – Nýggja teknistovan liggur við høvuðsvegin og miðdeplinum í Runavíkar kommunu.

Bygningurin er í tveimum hæddum og er opnað innrættingin ein týðandi leiklutur at samansjóva teknistovuumhvørvið. Meginmálið er at fáa nýstluna at virkað og sýnast tvørturum gólv og hæddir. Tvær timburklæddar veggjaflatur býta skrivstovuhæddirnar upp í opin og afturlatin rúm og skapað kjarnutrekkið í innrættingini – eitt greitt og týðiligt umhvørvið. Veggjaskivurnar sýnast fjálgar, lættar og atskildar frá øllum útveggum við glasopum. Snið og sermyndir eru nágreiniligar – flatur frá gólv til loft. Skivurnar skapað eitt sjónligt op og rúmligt samband, har lagaliga svarta stáltrappan við eiki trinum, samansjóvar nýtsluna, hugskotið og arkitekturin.

Skrivstovan er skipað við móttøku, fundarhøli, klædnarúm og vesir í undirhæddini og skrivstovur / skrivstovulandslag og matarhøli á ovaru hæddini.

UPPGÁVA Innrætting

BÚÐSTAÐUR Saltangará

ÁR 2021

BYGGIHARRI SPENN spf

BRUTTOGÓLVVÍDD x m²

VEITINGAR Arkitektprojekt, Uppfylging