TÓRSHAVN

VINNUHÚSIÐ // HOUSE OF INDUSTRY

Vinnuhúsið er karmur um virksemi hjá Føroya arbeiðsgevarafelag, og er húsið høvuðssætið hjá feløgum og limum sínum.

Óðinshædd hevur avgerðandi leiklut í bygningssniðinum. Bygningurin sýnist týðuligur í landslagnum, fagurfrøðin sýnir seg einkul, opin, ljós, sum eitt paralellogram við einum neyvum og nettum skapi.

Vinnuhúsið er sett út á tromina á Óðinshædd, við serstøkum útsýnið yvir Nólsoyarfjørð, Eystnes við havsbrúnni í baksýni.

Glasútsíðurnar á atkomusíðuni skapa eitt ljóst og opið inniumhvørvi, ið knýtur tað almenna umhvørvi í undirhæddini við tað privata umhvørvi í yvirhæddini – Ein nettur bygningur, ið vísir seg sum ein vinarligan og fólksligan skrivstovubygning.

Í teimum 700 fermetrunum sum bygningurin fevnir um, eru á niðaru hæddini opi umhvørvi við móttøku, felags- og starvsfólkaumhvørvi, fundarhølir. Í yvirhæddini eru skrivstovur klivasr, samtaluhøli og bókasavn.

Vinnuhúsið er prosjekt sprotti úr arkitektauppkotskapping sum FUGLARK hevur vunnið.

Harafturat hevur FUGLARK veitt heildarráðgevingina og arkitektaprosjektið í samband við verkætlanina.

UPPGÁVA Kapping

BÚÐSTAÐUR Óðinshædd, Tórshavn

ÁR 2014

BYGGIHARRI VINNUHÚSIÐ

BRUTTOGÓLVVÍDD 700 m²

VEITINGAR Arkitektprojekt